Maersk koyrir yvirmenn úr starvi fyribils í neyðtøkumáli

Ein møgulig neyðtøka av einari kvinnu í starvsvenjing umborð á einum Maersk-skipi aftaná eitt drykkjukvøld, hevur nú fingið Maersk at koyra fimm yvirmenn úr starvi fyribils, yvirmenn, sum vóru umborð á skipinum, tá neyðtøkan skal vera farin fram.

 

- Vit eru skelkað av hesum. Hátturin, sum neyðtøkan skal vera framd, er ikki bara í stríð við vanliga anstendigheit, siðlæti, men ikki minst móti virðum okkara og tað, vit standa fyri í Mærsk. Slíkt má undir ongum umstøðum henda, hvørki umborð á skipum okkara ella aðrastaðni í fyritøkuni, sigur Palle Laursen, tekniskur stjóri hjá Maersk, við Berlingske Tidende.

 

Í einum skrivi sigur 19 ára gamla kvinnan, sum skal vera neyðtikin:

 

“Umleið klokkan 6 ella 7 vaknaði eg nakin í song míni,” skrivar kvinnan í einum telduposti til Maritime Legal Aid & Advocacy, sum er ein løgfrøðiligur almannagagnligur (nonprofit) felagsskapur, sum stríðist fyri rættindum hjá sjófólki.

 

“Klæðini hjá mær lógu slødd á gólvinum, og eg var ógvuliga ring av timburmonnum. Blóð var á songjarklæðunum, og eg visti beinanvegin, at eg var valdstikin (neyðtikin). Eg var jomfrú – og eg merkti, at eg var ógvuliga eym. Eg visti akkurát, hvat var hent,” skrivar kvinnan.

 

Sambært kvinnuni var tað ein gott og væl 60 ára gamla maskinmeistari, sum valdstók hana. Tað hendi aftan á eina drykkjuveitslu umborð, har fleiri yvirmenn vóru við.

 

Kvinnan skrivar í teldupostinum, at hon ikki er tann einasta, sum er valdstikin undir útbúgvingini. Í hennara flokki eru 50 kvinnur, og hon veit, at í hvussu er fimm teirra eru valdstiknar undir 1 ára starvsvenjingartíðini til sjós.

 

Hvørki navnið á kvinnuni ella skipinum, hon var við, eru almannakunngjørd, men tekniski stjórin, Palle Laursen, sigur, at so mikið er komið fram, at til ber at siga, hvat skip, talan er um og hvørji starvafólk (manning), talan er um.

 

Maritimedanmark / gCaptain / Splash247