LNG verðyr býtt út við olju orsakað av príshækkingum

Dual-fuel-skipaeigarar byrja nú at fara frá brennievninum, LNG, sum hevur lægri útlát enn vanlig bunkarolja, yvir til júst vanliga bunkarolju orsaka av ógvusligu príshækkingunum á flótandi natúrgassi. Prísurin á einum tonsa av LNG í Rotterdam er nú nærum tríggjar ferðir hægri enn prísurin á bunkarolju.

 

Bunkarveitarar upplýsa, at stórir leikarar á tangaskipamarknaðinum, sum vóru millum teir fyrstu at nýta LNG sum brennievni, nú skifta aftur til bunkarolju.

 

Tað verður gjørt vísandi til trífaldingina av prísinum á LNG, sum nú kostar 1.400 dollarar/tonsið. Vanlig bunkarolja kostar 500 dollarar/tonsið.

 

Veitarar siga, at verandi prísur á LNG er tvær ferðir prísin, sum roknað varð við í vetur.

 

“Í løtuni er LNG ikki kappingarført við vanligt brennievni,” sigur ein kelda í bunkar-vinnuni við TradeWinds.

 

Bæði veitarar og kundar vænta kortini, at ógvusligu LNG-prísirnar skjótt fara at lækka aftur – møguliga í 2. ársfjórðingi í 2022.

 

Kelda: TradeWinds