Leiðslan á Landsverki skipað í tríggjar deildir


















Eftir at stjórin á Landsverki varð sagdur úr starvi
fyrr í vikuni orsakað at ónøgd við byggimálið viðvíkjandi Glasir, er Landsverk
fyribils umskipað.



Heðin Mortensen,
landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur í dag gjørt av fyribils at skipa
leiðsluna á Landsverki í tríggjar deildir, sum hvør sær koma at vísa til
Samferðslumálaráðið.



Armgarð Steinhólm er
sett sum leiðari á deildini fyri infrakervi, maskinur og framleiðslu.



Jón O. Sólsker er
settur sum leiðari á deildini fyri nýbygging, prosjektering og viðlíkahald av
bygningum.



Hans Albert Hansen er
settur sum leiðari á deildini fyri stjórn- og samskipan.



Í tíðindaskrivi boðar
Samferðslumálaráðið frá, at lýst verður eftir nýggjum stjóra til Landsverk fyrst
í komandi ári.



Ein av høvuðsuppgávunum
hjá nýggja stjóranum verður at umskipa stovnin í mun til tær avbjóðingar, sum
liggja fyri framman.



Kelda: Samferðslumálaráðið