Landsstýrismaðurin á ráðstevnu um trúarfrælsi og mannarættindi

Í gjár, mikudagin 22. September, var Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, á ráðstevnuni ”Trosfrihed - den glemte menneskeret?” á Christianborg, har landsstýrismaðurin hevði framløgu.

Tað var felagsskapurin Open Doors í samstarvi við Ullu Tørnæs, fólkatingskvinnu og fyrrverandi ráðharra fyri menningarsamstarvi, ið skipaðu fyri tiltakinum. Á ráðstevnuni vóru eisini millum onnur Ane Halsboe-Jørgensen, danskur kirkjumálaráðharri, og Flemming Møller Mortensen, danskur menningarmálaráðharri.

Open Doors er altjóða felagsskapur, ið arbeiðir fyri at stuðla fólk, sum er forfylgd orsakað av teirra kristnu trúgv. Mett verður, at kring heimin eru meira enn 340 milliónir kristin, ið eru fyri mismuni ella forfylgd orsakað av teirra trúgv.

Kelda/mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið