Inntøkurnar hjá norsku oljutænastufeløgunum fullu í fjør

 Í 2016 var altjóða umsetningurin hjá norskum oljutænastufeløgum upp á 132 miljardir norskar krónur. Hetta er ein afturgongd upp á 31 prosent frá 2015 til 2016, upplýsir norska olju- og orkumálaráðið.

Tølini koma fram í frágreiðingini “Internasjonal omsetning fra norske oljeserviceselskaper”, sum Rystad Energy hevur latið stjórnarráðnum.

– Hóast vit nú síggja eina munandi afturgongd frá 2015, er 132 miljardir krónur framvegis eitt rættiliga høgt tal. Árini fram til 2014 vóru merkt av eini óvanliga stórari framgongd hjá norsku veitarunum bæði her heima og uttanlands. Hetta mugu vit hava í huga, nú vit síggja eina afturgongd, sigur Terje Søviknes, olju- og orkumálaráðharri, í fráboðanini.

Hagtølini eru grundað á upplýsingar frá 1100 oljutænastufeløgum, harav 315 hava altjóða umsetning. Samlaði umsetningurin hjá norsku oljutænastufeløgunum í 2016 var upp á 378 miljardir norskar krónur, sum gevur ein altjóða part upp á 35 prosent.

– Hóast útlit eru til ein krevjandi altjóða marknað eisini í ár og næsta ár, eru positiv tekin í flestu økjum, og norski veitingarídnaðurin er framlvegis leiðandi á mongum økjum, sigur Søviknes.

Í 2016 vóru Bretland, Brasil og USA londini við hægsta umsetningi hjá norsku veitarunum (ávikavist 25, 19 og 11 miljardir norskar krónur).

Kelda: offshore.no