India: Hald lagt á 2 bingjur á tremur við heroini

Løgverjan í India hevur lagt hald á “taliban-heroin” fyri 17 milliardir krónur. Heroinið varð funnið í tveimum fullsettum bingjum í havnini í Mundra í landslutinum, Gujarat, í farnu viku, og tað var sent úr Afganistan.

 

Higartil eru tvey fólk handtikin í málinum um heroinið, sum verður mett til eitt virði upp á 17 milliardir krónur. Kanningarnar halda fram.

 

“Kanningararbeiðið hevur avdúkað íblanding frá afganarum, sum nú verða kannaðir gjølligari,” sigur ein kelda hjá myndugleikunum, sum vil vera ónevnd, við Reuters.

 

Undir 20-ára krígnum í Afganistan, sum nú er av, hevur Taliban havt ólógligan handil við opium og opiumframleiðslum sum heroini sum eina av týdningarmestu inntøkukeldunum, upplýsir leiðarin á skrivstovvuni fyri rúseitur og kriminalitet hjá ST.

 

Mett verður, at meira enn 80 prosent av alheims opium- og heroinveitingum kemur úr Afganistan.

 

Í teimum báðum bingjunum, sum vórðu avdúkaðar fyri einari viku síðan, vóru sløk trý tons av heroini, og hetta var sostatt ein tann størsta nøgdin av heroini, sum nakrantíð er funnin í India.

 

Kelda: Maritimedanmark / Reuters