Íbúgvar eru ivasamir um avstralskar kjarnorkukavbátar

62 prosent av avstralska fólkinum stuðla avgerðini hjá stjórnini at lata smíða í minsta lagi seks kjarnorkuriknar álopskavbátar til avstralska flotan. Men í býnum, har kavbátarnir skulu smíðast, eru íbúgvarnir ivasamir.

 

“Nógvir íbúgvar óttast fyri at hava ein kjarnorkuriknan kavbát liggjandi við bryggju her í Port Adelaide,” sigur Peter Bauer, sum er fakligur skrivari í arbeiðarafelagnum, Australian Manufacturing Workers Union.

 

Fakfelagið hevur kortini ikki verið úti og kanna hugburðin hjá limunum til kjarnorkukavbátarnar enn.

 

Arbeiðsfólk á skipasmiðjuni á staðnum bera ótta fyri, at tey kanska ikki hava neyðugu førleikarnar at smíða kavbátarnar, og tí kunnu verða skift út við onnur arbeiðsfólk, møguleika útlendskar serfrøðingar við høgum útbúgvingum.

 

Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison, er kortini framvegis fegin um avgerðina at smíða teir seks kjarnorkuriknu kavbátarnar í Avstralia, hóast tað fara at ganga út við 20 ár, áðrenn teir vera tilreiðar at fara í rakstur.

 

Forsætisráðharrin sær kavbátarnar sum eitt neyðugt átak móti áhaldandi kinesiska aggressivitetinum í økinum.

 

Kelda: Maritimedanmark