Í rættin fyri at sigla á brúgv

Tað kann koma at kosta einum stýrimanni upp í 2 ára fongsulsrevsing, fyri at hann í juni 2019 eftir øllum at døma sovnaði á brúnni á norska farmaskipinum, Framfjord. Farmaskipið fór av kós og endaði við at sigla beint inn í eina brúgv í 2019. Skipið gjørdist vrak.

 

Eingi fólk fingu skaða, tá 67 metrar langa og 2.299 dwt stóra farmaskipið, Framfjord, rendi inn í Nordhordlandsbrua, men løgverjan heldur, at 26 ára gamli stýrimaðurin sovnaði við róðrið.

 

- Í ringasta føri kundi brúgvin verðið oyðiløgd, og álvarsligur fólkaskaði kundi eisini verið hendir, sigur Trygve Ritland, løgverjusakførari, við NRK.

 

Brúgvin fekk skaða í samanstoytinum, og roknað verður við, at hennara livitíð er nógv stytt, so mikið álvarsligur var skaðin.

 

Stýrimaðurin noktar seg sekan.

 

Fyrsti rættarfundurin í málinum byrjar 14. desember í ár.

 

Kelda: Maritimedanmark