Høegh Autoliners bílagt ammoniakk-rikin bilaflutningsskip

Norska roll-on/roll-off reiðaríið, Høegh Autoliners, ætlar at lata smíða tvey ammoniakk-rikin bilaflutningsskip. Skipini verða ætlandi smíða á China Merchants Heavy Industry í Jiangsu í Kina.

 

Reiðaríið sigur, at skipini eftir ætlan skulu handast í seinnu helvt av 2024. Tey koma at taka 9.100 bilar hvørt skipið, so talan verður um heimsins størstu bilaflutningsskip.

 

Skipini skulu hava sonevndar “multi-fuel-motorar”, sum ger tað møguligt at sigla bæði upp á biobrennievni sum LNG, og upp á ammoniakk.

 

Høegh Autoliners siga, at “veðurlagsnevtrala” brennievnið fer at gera sítt til, at reiðaríið fer at røkka máli sínum um null-útlát áðrenn 2040.

 

“Vit eru sera fegin um at kunna fáa fyrstu skipini í hesum “Aurora-flokkinum” longu í 2024. Hetta verður fyrsta ammoniakk-fyrireikaða skipið í hesum partinum av flutningsvinnuni, og samstundis verða tey heimsins størstu bilaflutningsskip,” sigur Andreas Enger, CEO hjá Høegh Autoliners.

 

Fyri sjálvum sniðinum standa Deltamarin og China Merchants Group.

 

Kelda: gCaptain