Heimsins størsta bingjuskip siglt gjøgnum Suesveitina

Á jomfrúferð síni sigldi heimsins størsta bingjuskip fyri fyrstu ferð ígjøgum Suezveitina, og tað gekk upp á stás. Skipið hevði kós móti Rotterdam í Hollandi.

 

Ever Ace er fyrsta bingjuskipið av sínum slag í einari røð av tólv skipum, sum Evergreen hevur bílagt frá skipasmiðum í Kina og Suðurkorea.

 

Skipið legði út á hav úr havnini í Tapei í Taiwan fyrst í august mánað, og haðani helt jomfrúferðin fram móti Evropa.

 

Risastóru skipini av hesum slagnum taka 23.992 teu, og tað er tað mesta, sum nakað bingjuskip tekur í heiminum. Ever Ace er 400 metrar langt, 61,53 metrar breitt, og tað vigar 235.000 tons.

 

Kelda: InceptiveMind