Heimsins størsta bingjuskip latið eigarunum


















Samsung Heavy Industry-skipasmiðjan í Suðurkorea
hevur júst handað eigarunum eitt bingjuskip, sum fyri fyrstu ferð hevur pláss
fyri 24 røðum av bingjum tvørtur um skipið. Tað gevur pláss til 1.500 eyka
bingjur og ger sostatt skipið við 23.000 teu til heimsins størsta bingjuskip.



 



Skipið, sum eitur
MSC G
ülsün, er tað fyrsta av í alt 11 skipum av hesum
slagnum, og tað er MSC, sum komandi níggju mánaðirnar skal hava øll skipini.
Hetta fyrsta skipið fer jómfrútúr frá Xingang til Norðurevropa 8. juli.



 



MSC Gülsün er 400 metrar
langt og 61,5 metrar breitt og verður einsamalt á trónini sum heimsins størsta
bingjuskip, til tey næstu koma á marknaðin um nakrar mánaðir.



 



Maersk setti annars ein
nýggjan standard fyri kapasitetin á bingjuskipum, tá reiðaríið kom við Emmu
Maersk, sum er uppá 14.770 teu. Skipið var bara tríggjar metrar styttri enn MSC
Gülsün, men hevði “bara” pláss til 21 røðir av bingjum tvørtur um skipið og
nógv færri bingjur í hæddini.



 



Kelda: Maritime Danmark