Heimsins longsta skip verður eitt alibrúk


















Norska alifelagið, Nordlaks, letur í løtuni byggja
tað, sum eftir øllum at døma verður heimsins longsta skip í 2020, nevniliga
eitt hav-alibrúk.



 



Nordlaks gjørdi í
februar í ár sáttmála við kinesisku skipasmiðjuna, CIMC Raffles, um at smíða
semi-tvíkiljuna á skipasmiðju teirra í Shandong-landslutinum.



 



Skrokkurin á
hav-alibrúkinum ella aliskipinum verður 430 metrar langur, og tað ger hetta til
heimsins longsta skip.



 



Sambært
talsmanninum hjá Nordlaks, Lars Fredrik Martinussen, er felagið tilreiðar at
fara undir havaling annan ársfjórðing í 2020.



 



Mánadagin í hesi
vikuni gjørdi felagið eisini sáttmála um aðra útgerð, sum skal nýtast til
havalingina.



 



Pláss verður fyri
10.000 tonsum av laksi í nýggja alibrúkinum, sum altso hesaferð verður á
havinum.



 



Kelda:  Maritime Executive