Hapag-Lloyd fer at leggja 15.000 TEU-skip um til NLG


















Sum fyrsta reiðaríið í heiminum fer týska
bingjureiðaríið, Hapag-Lloyd, at broyta ella uppstiga eitt bingjuskip í 15.000
TEU-flokkinum til LNG-rakstur.



 



Talan er um
bingjuskipið “Sajir”, sum varð smíðað í 2014. Hetta skipið er, eins og tey 16
systurskipini, gjørt út at kunna uppstiga til LNG. Sáttmálin at uppstiga Sajir
varð undirskrivaður við Hudong Zhonghua Shipbuilding Group fyri viku síðani.
Arbeiðið verður gjørt á skipasmiðjuni hjá Hudong í Shanghai.



 



Her verður
verandi maskina í Sajir uppstigað til eina dual fuel-maskinu, sum annahvørt
kann koyra við LNG ella LSFO, sum er low-sulphor
fuel oil
.



 



- Við at uppstiga
Sajir verður talan um fyrsta reiðaríið, sum uppstigar eitt bingjuskip í teirri
støddini til LNG, sigur flotastjórin í Hapag-Lloyd í einum tíðindaskrivi.



 



Hapag-Lloyd
væntar at CO2-útlátið verður minkað við millum 15-30 prosentum eftir at lagt er
um til LNG.



 



Kelda: Søfart