Funnu sjey brot í eftirliti av frálandsskipi

Island Offshore hevði heldur ikki gjørt neyðugar broytingar sambært boðum í einum undanfarnum eftirliti.

 

Í september 2021 gjørdi norska Petroleumseftirlitið eftirlit umborð á frálandsskipinum, Island Consructor.

 

Í eftirlitinum vóru staðfestir sjey feilir, brot.

 

Brotini vóru:

 

•  Stýring av arbeiðsumhvørvi

 

•  Førleikar, leiklutir og ábyrgd innan arbeiðsumhvørvi

 

•  Óljóð

 

•  Evnafrøðiligur heilsuvandi

 

•  Ljósbúnaður

 

•  Ergonomisk/arbeiðsslig tilrættalegging

 

•  Arbeiðsumhvørvisval (trygdarfólk)

 

Aftrat omanfyri nevnda varð funnin mangul upp á sonevndan “bata” viðvíkjandi psykososialum arbeiðsumhvørvi.

 

Í eftirlitinum varð eisini kannað, hvat Island Offshore hevði gjørt við fimm manglar/feilir/brot, sum eftirlitið fyrr hevði víst á. Niðurstøðan var, at hetta ikki var gjørt sambært boðunum.

 

Island Offshore hevur freist til 1. februar í ár at svara atfinningunum.

 

Kelda: E24.no