Flótandi vindmyllulund komin væl frá byrjan

Flótandi vindmyllulundin, WindFloat Atlantic, sum eru tríggjar havvindmyllur, settar á hvør sítt semiundirsjóvarfar/pall, er komin betri frá byrjan enn væntað. Hetta fyrsta árið hava tær tríggjar vindmyllurnar framleitt í alt 75 GW.

 

“Ætlanin hevur riggað nógv betur enn væntað,” sigur José Pinheiro, verkætlanarleiðari í portugisiska EDP, sum stendur aftanfyri ætlanina.

 

EDP er í ferð við at kanna møguleikarnar fyri einari fullomnari verkætlan, tað er einari nógv størri ætlan, og hevur gjørt sínámillum avtalu við orkufelagið, ENGIE, um framleiðslu og marknaðarføring – eisini uttanlands.

 

WindFloat Atlantic byggir á eina palltøkni, sum start-upp-fyritøkan í Kalifornia, Principle Power, hevur ment.

 

Tað er nógv størri møguleiki fyri flótandi havvindmullum enn teimum vanligu havvindmyllunum, sum standa á sokkuli, halda tey í WindFloat Atlantic.

 

Kelda: Maritimedanmark