Esvagt fingið seinasta tríburðaskipið

Norska “Havyard Leirvik-skipasmiðjan” hevur júst handað Esvagt, sum nógvir føroyingar sigla við,  seinasta av trimum vindmylluveitingarskipum. Sostatt hevur skipasmiðjan higartil smíðað seks skip til danska reiðaríið, sum eigur meira enn 40 skip íalt.

 

Hóast trupulleikarnar við koronuavmarkingunum hevur norska skipasmiðjan handað danska reiðarínum trý skipinum av slagnum, HAV 831 SOV (Service Operation Vessel), upp á undir eitt ár.

 

“Vit fáa avbera góðar afturmeldingar frá veitarum, reiðaríi og klassanum, og øll, ið hava havt nakað við hendan seinast nýbygningin at gera, kunnu vera errin av úrslitinum,” heldur Vegard Skår, sum er verkætlanarleiðari hjá Havyard-skipasmiðjuni í Leirvik.

 

Tey trý systurskipini eru 3.830 br.t., og tey eru 70,5 metrar long.

 

Vestas hevur kjartrað øll trý skipini við 15-ára sáttmálum.

 

Kelda: Metal Supply Norge / Maritimedanmark / Søfart