Danskar fregattir millum heimsins framkomnastu

Tær tríggjar donsku fregattirnar í Ivar Huitfeld-flokkinum eru millum framkomnastu fregattirnar í heiminum, men tær kosta eisini fleiri milliardir krónur. Kortini eru tær bíligari enn nakrar av fregattunum, sum samanberast kann við.

 

Tær tríggjar fregattirnar vórðu smíðaðar á Lindøskipasmiðjuni í 2008-2009, og F361 Iver Huitfeldt setti fyrstu fregattina í drift í byrjanini av 2012.

 

Fregattirnar verða alla tíðina útgjørdar við mest framkomnu útgerðini, sum er tøk á marknaðinum.

 

Flestu stóru flotarnir í heiminum hava fregattir, sum orsakað av støddini eru sterkar og úthaldandi, og eru førar fyri at hava eina røð av vápnaskipanum umborð.

 

Sí hjál. sjónmyndaupptøkur niðanfyri.

 

Kelda: Maritimedanmark