Brexit-avtala er góð fyri reiðaríini


















Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, og
leiðandi ES-samráðingarmaðurin, Michel Barnier, hava skrivað undir ein sáttmála
um, hvussu Bretland skal fara úr ES. Avalan fer at leggja frið yvir framtíðar
arbeiðið við samhandlinum millum Bretland og ES.



 



- Hetta er gott
nýtt fyri donsk reiðarí, sum annars høvdu havt eina ótrygga framtíð eftir
broytingarnar í mars komandi ár við øktum tolleftirliti, og við einari støðu,
har ES-reglurnar ikki longur tryggja frælsa og javna atgongd til bretska
marknaðin, sigur stjórin í danska reiðarafelagnum, Jacob K. Clasen.



 



Fyri danskar
reiðarar – og sostatt eisini fyri nógvar føroyskar sjómenn, sum sigla við
donskum reiðaríum, merkir hetta grundleggjandi javna og frælsa atgongd til
bretska marknaðin. Tað umfatar marknaðaratgongd sum heild fyri donsk
handilsskip og serliga vøruflutning um Ermasund við Ro-Ro-skipum, og
tænastuveiting í frálandsvinnuni á bretska landgrunninum.



 



Hetta eru avgerandi
viðurskifti, sum skulu tryggjast við fríhandilssáttmála, sum í størstan mun
sleppur donskum reiðaríum undan tollforðingum, minkar um eftirlitið á markinum
og tryggjar sínámillum viðurkenning av prógvum hjá starvsfólkum í maritimu vinnuni.



 



- Tað er alt
avgerandi fyri okkum, at vit eisini í framtíðini frítt kunnu ferma vørur til og
úr Stórabretlandi, sum er heimsins triðstørsti marknaðurin hjá donskum reiðaríum,
sigur Jacob K. Clasen.



 



Kelda: Maritimedanmark / Danske Rederier