Bretland dregur ravmagnskaðalar til Marokko

Í Marokko skínur sólin, og mangan er frískur vindur. Tað kemur væl við hjá bretskum brúkarum, eftir at avgerð er tikin um at hála ein 3.800 kilometrar langan sjókaðal eftir havbotninum millum bæði londini.

 

140 milliardir kostnaðarmikla verkætlanin skal senda streym, sum verður framleiddur við sólsellum og vindmyllum har suðuri í Marokko, til orkusvangar onglendingar. Og prísurin fyri marokanska ravmagnið er helvtina av tí, tað hevði kostað at framleitt ravmagnið á einum bretskum kjarnorkuverki.

 

Í verkætlanini eru fýra 1,5 GW javnstreymssambond, sum fara at megna at veita 7 milliónum bretskum heimum burðardygga orku fyri 2030.

 

Kelda: Maritimedanmark