Afturlit: Nýggjar farleiðir og loðsliberalisering í 2020

Tað er ikki á hvørjum degi, at “motorvegirnir” í skipaferðsluni verða fluttir, men tað hendi í 2020. Tað sama kann sigast um liberaliseringina á loðsøkinum, skrivar danski miðilin, Søfart.

 

Tvær heilt serligar nýggjheitir eyðkendu 2020: Skipaferðslan fekk ein nýggjan motorveg og økið hjá loðsum varð liberaliserað.

 

Taka vit loðsliberaliseringina fyrst, so gjørdist liberaliseringin veruleiki í 2020. Tað hevur millum annað ført til, at ein einstøk fyritøka í Danmark, Portus Pilot, fekk loyvið til transittloðsing, og bjóðaði sostatt stóru loðsfyritøkuni, DanPilot, av.

 

Nýggj skipaleið

Størsta umleggingin á skipafarleiðunum komu í gildi í 2020.

 

Nógv skip sigla gjøgnum Kattegat, og nú var stundin komin til, at stór skip og smærri skip vórðu býtt sundur.

 

Umleggingin merkti, at skip, sum ikki stinga djúpt, sigla eina øðrvísi farleið gjøgnum Kattegat enn til dømis stór tangaskip. Sjóvinnumyndugleikarnir í Noregi, Svøríki og Danmark hava øll verið við í hesum fyrireikingum.

 

Ítøkiliga merkir umleggingin, at høvuðsmotorvegurin higartil, sonevnda “Ruta T”, nú hevur fingið eitt alternativ við spildurnýggju rutuni, Rutu S, sum liggur fram við svensku strondini. Her er grynnri, og tískil eru tað smærri skip, skip sum stinga upp í 10 metrar, ið sigla hesa leiðina.

 

Kelda: Søfart