* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Túsundtals flóttafólk eru seinastu árini farin um Miðjarðarhavið til Evropa í vónini um at fáa ein betri og tryggari gerandisdag.

Italia gevur Libya skip fyri at steðga flóttafólkum

Italia gevur libysku sjóverjuni 12 skip fyri at steðga flóttafólkum í Miðjarðarhavinum, sum eru á veg til Evropa.

 

Tað sigur italska stjórnin við Dpa-tíðindastovuna.

 

Skipini koma frá italsku sjóverjuni og løgreglueindini, Guardia di Finanza, sum hoyrir undir italska búskaðar- og fíggjarmálaráðið.

 

Italska Ansa-tíðindastovan endurgevur flutnings- og samskiftismálaráðharran, Danilo Toninelli, fyri at siga, at Libya fer at fáa 12 skip, og tíggju teirra eru frá sjóverjuni. Libyska sjóverjan fekk longu síðsta ár fýra skip frá Italia.

 

Herdur flóttafólkapolitikkur

Nýggja stjórnin í Italia hevur hert flóttafólkapolitikkin og vil hava, at flóttafólk, sum verða tikin upp í Miðjarðarhavinum, verða send aftur til Libya í staðin fyri at verða flutt víðari til Evropa.

 

Italski innanríkisráðharrin, Matteo Salvini, gevur ikki skipum, sum vælgerandi hjálparfelagsskapir eiga ella reka, at flyta flóttafólk til Evropa.

 

Í Libya verður veika støðan hjá flóttafólkum misbrúkt í hurlivasanum í landinum eftir at libyski leiðarin, Muhammar Gadaffi, varð rikin frá valdinum og dripin í 2011.

 

Túsundtals fólk eru seinastu árini flýtt tvørturum Miðjarðarhavið til Evropa í vónini um, at fáa ein betri og tryggari gerandisdag.

 

Kelda: Søfart