
Hóast krígsstøðu millum Ísrael og Libanon hava londini gjørt avtalu, sum letur upp fyri gassframleiðslu.
Hósdagin undirskrivaðu Ísrael og Libanon eina avtalu, sum leggur fast sjómørkini millum londini bæði.
Tað hendir, eftir at USA hevur meglað millum londini. Hetta fer eisini at loyva Ísral og Libanin at fara undir at framleiða gass.
Tað er ein stór broyting frá teirri krígsstøðu, Libanon og Ísrael hava verið í seinastu mongu tíggjutals árini.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, metir avtaluna sum søguliga.
Yair Lapid, forseti í Ísrael, var avbera fegin, tá hann úttalaði seg beint áðrenn, hann undirskrivaði avtaluna í Jerusalem.
- Tað er ikki á hvørjum degi, at ein fíggindi okkara skrivar undir ein avtalu – við státin Ísrael, segði hann.
Men sama jaligheit ljóðar ikki frá libanesiska forsetanum, Michel Aoun, eftir at hann hevði undirskrivað avtaluna í Beirut.
- Einki er broytt við uttanríkispolitikkinum hjá Libanon, vit eru í kríggj við Ísrael, segði hann í Beirut.
Kelda: Søfart