* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Íslendski umhvørvisráðharrin, Guðmundur Ingi Gudbrandsson, er skelkaður af, at tvey skip hjá Eimskipum eru endað í Alang til upphøggingar.

 

Tey bæði bingjuskipini, Góðafoss og Laxafoss, sum Eimskip átti til einaferð í fjør, eru seld til upphøggingar á strondini í Alang í India undir ivasomum viðurskiftum.

 

Tað kom fram í einum sjónvarpsdokumentari í íslendska Ríkissjónvarpinum hendan dagin. Tað er í stríð við lógina, vísti sendingin á, og sambært Shipbreaking Platform fara íslendsku myndugleikarnir nú at kanna málið.

 

- Eg eri fyrst og fremst skelkaður av tí, eg sá í sendingini. Tú kennir teg bæði harman og illan um, at eitt felag í Vesturheiminum brúkar veik menniskju, sum ikki hava annað val, at arbeiða undir so andskræmiligum viðurskiftum, sigur hann við RÚV.

 

- Eigararnir av hesum fyritøkum mugu svara fyri, um hetta, eftir teirra fatan, er moralskt ílagi, og um tað er í tráð við umhvørvisligu og moralsku málini hjá hesum somum fyritøkum, sigur íslendski umhvørvisráðharrin, Guðmundur Ingi Gudbrandsson.

 

Kelda: Søfart