* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tekning av nýggja skipinum hjá íslendsku sjóverjuni.

Íslendska sjóverjan hevur júst undirskrivað sáttmála um at keypa eitt sjóverjuskip, sum varð smíðað í 2010. Skipið fær navnið “Freyja” og verður málað í litunum hjá sjóverjuni.

 

Freyja kemur aftrat verandi skipi teirra, Thór, og fer í framtíðini at bøta munandi um tænastuna – serliga í sambandi við bjargingarátøk.

 

Íslendska sjóverjan hevur sostatt tvey nútímans skip til bæði trygdaruppgávur, leitingar og bjargingarátøk í mangan avbjóðandi umstøðunum í sjóøkinum kring Ísland.

 

Sjóverjan og íslendska løgmálaráðið hevur gjørt av, at Freyja skal skrásetast í heimstaði sínum, Siglufirði. Nýggja skipið kemur at sigla út frá Siglifjørðinum og Akureyri. Hitt skipið, Thór, fer sum higartil at sigla út frá Reykjavík.

 

Økta skipaferðslan við Ísland og væntandi vøksturin av reikferðaskipa-vinnuni í økinum eru millum orsøkirnar til, at íslendingar vildu hava eitt sjóverjuskip aftrat.

 

Kelda: FiskerForum