* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av heimsins størstu feløgum, franska CMA CGM, tekur seg nú eisini úr allari sigling uppá Iran. Tað hóvar ikki iransku leiðarunum, sum vilja hava meira hjálp úr Evropa.

Iran sóknast eftir meira hjálp úr ES

Eftir at eitt reiðarí aftrat tekur seg úr farmasiglingini uppá Iran, er iranski forsetin, Hassan Rouhani, farin at sóknast eftir meira hjálp úr ES.

 

Tað eru revsitiltøkini hjá USA ímóti Iran, sum gera, at fleiri reiðarí hava tikið seg úr siglingingini upp á Iran. Og nú er ovboðið, heldur forsetin í Iran, Hassan Rouhani. Tí heitir hann á leiðararnar í ES at koma Iran til hjálpar.

 

Eitt av størstu reiðaríunum í heiminum, franska CMA CGM, boðaði leygardagin frá, at reiðaríið tekur seg úr allari sigling upp á Iran av ótta fyri revsitiltøkunum, sum USA hevur sett í verk móti Iran.

 

Fleiri onnur stór reiðarí, teirra millum danska Mærsk - A.P. Møller, hava somuleiðis tikið avgerð um at taka seg úr handilssamstarvinum við Iran.

 

Iran sigur nú, at landið hevur tørv á meira hjálp úr Evropa, skal lív haldast í kjarnorkuavtaluni, sum fleiri av heimsins londum hava gjørt við Iran, men sum USA nú tekur seg aftur úr.

 

Fleiri evropisk lond siga seg gera alt meira fyri at fáa reiðarí at halda fram við siglingini til Iran, men óttin fyri USA sær út at viga meira hjá ymsu reiðaríunum, enn útsagnir og ynski hjá evropisku stjórnarleiðarunum.

 

Úttanríkisráðharrarnir í Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi, Kina og Russlandi bjóðaðu fríggjadagin í farnu viku Iran ein búskaparpakka sum hjálp í staðin fyri mistu inntøkurnar í farmavinnuni, nú nógv reiðarí taka seg úr siglingini uppá Iran. 


Men í Iran vóru tey ónøgd við tilboðið, og iranski forsetin krevur nú meira hjálp úr ES.

 

Kelda: Reuters