* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Iran lagt hald á sleipibát

Iran illteinkir ein sleipibát við 12 filipinskum sjófólkum fyri at smugla 287.000 litrar av olju.

 

Leygardagin legði iranska sjóverjan hald á ein útlendskan sleipibát í stríðsrakta økinum við Hormuz-sundið.

 

Tað upplýsir iranska tíðindastovan, Isna.

 

Sambært Isna boðar iranska sjóverjan frá, at skipið var í ferð við at smugla umleið 287.000 litrar av diesel. Onki verður sagt um, hvaðani skipið kemur ella hvør eigur tað.

 

Prísurin á iranskum brennievni er ein hin lægsti í heiminum, og Iran stríðist móti øktari smugling úr landinum til grannalondini. Tað skrivar Reuters.

 

Tað hendir tíðum, at Iran leggur hald á skip, sum verða nýtt at smugla olju í økinum við Persaflógvan. Persaflógvin er rættiliga týdningarmikil farleið, tá tað kemur til oljuútflutning.

 

Sambært vinnulívsmiðlinum, Bloomberg, verða 40 prosent av heimsins oljuframleiðslu flutt úr Persaflógvanum gjøgnum Hormuzsundið og Omanvíkina út í Arabiskahavi og víðari út í heim.

 

Kelda: Søfart/Isna/Bloomberg