* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Iran hóttir við hevndaratsóknum, eftir at bretar løgdu hald á tangaskip

Iranska stjórnin hóttir við hevndaratsókn móti bretum fyri at hava lagt hald eitt eitt iranskt risa tangaskip. Hald varð lagt á skipið, tí illgruni var um, at tað var á veg til Sýria við ráolju, og tað er í stríð við forðingar, sum ES hevur settt í verk móti Sýria.

 

Ovasti leiðarin í Iran, Ali  Kamanei, ajatollah, letur bretar skilja, at landið fer at fremja hevndaratsókn móti bretum, sum hava lagt hald á iranska tangaskipið. Tað veit AFP-tíðindastovan at siga.

 

Hald varð lagt á iranska tangaskipið “Grace 1”, tá bretskir marinuhermenn tóku seg upp á skipið uttanfyri Gibraltar.

             

Orsøkin var illgruni um, at skipið var á veg til Sýria við ráolju, og tað er í stríð við ES-forðingar.

 

Í einari sjónvarpsrøðu týsdagin skuldsetti iranski leiðarðin bretar fyri at vera óndar.

 

- Bretar eru sjórænarar og hava stolið okkara skip, segði Ali Khamanei.

 

Umboð fyri iransku stjórnina hava áður rópt framferðina hjá bretum fyri ólógliga, og tey halda uppá, at iranska tangaskipið ikki hevði kós móti Sýria.

 

Kelda: Shippingwatch/AFP