* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sum hjá einari røð av øðrum handlum hevur Ikea trupult at fáa vørur fram, so nú hevur svenski risin tikið heilt serlig vápn í nýtslu til tess at fylla hillarnar í mongu vøruhúsunum. Tað skrivar Svenska Dagbladet sambært Søfart.

 

“Trokanin í havnum - blandað saman við søguliga stóra eftirspurninginum - hevur elvt til óstøðug viðurskifti í sjóvegis flutninginum um allan heim. Omaná tað heila kemur mangulin upp á ymiskar rávørur. Samanlagt hevur hetta ført til, at avmarkingar eru upp á vørur á hillum okkara,” sigur Mikael Redin, sum hevur ábyrgdina av at flýggja út vørur til Ikea í Svøríki.

 

Sambært Svenska Dagbladet vil hann einki siga um, hvussu leingu roknast kann við hesi gongdini, áðrenn støðan hjá vøruhúsunum er vorðin vanlig aftur.

 

Kelda: Svenska Dagbladet / Søfart