* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bingjuskip hjá CMA CGM.

Ikea og kappingarneyti hjá Maersk royna lívvirkið brenni

Eitt reiðarí aftrat og ein avskipari taka nú stig til at minka útlátið í shipping-vinnuni.

 

Í einari nýggjari roynd fer eitt bingjuskip hjá CMA CGM fyri fyrstu ferð at bunkra lívvirkið brenni (biobrenni). Tað verður gjørt í samstarvi við avskiparan, Ikea og Goodfuels, sum lata umhvørvisvinarliga brennievnið.

 

Fyri CMA CGM snýr tað seg millum annað um at hava alternativ tilreiðar, tá nýggju svávulkrøvini hjá IMO koma í gildi í 2020.

 

Ikea væntar at keypa seg til CO2-útjavnan (kompensasjón) uppá ein part av vørunum, sum svenska stórsamtøkan avskipar.

 

- Eydnast royndin væl, er tað ætlan okkara at senda alt tað, sum svarar til eitt minstamark av øllum teimum bingjum, sum vit senda umvegis Rotterdam, avstað við lívvirknum brennievni, sigur Elisabeht Munck Rosenschøld, alheimsstjóri í Ikea.