* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stendur tað til International Chamber of Shipping (ICS), skulu øll skip yvir 5.000 bruttotons vísa orkuvirknið eitt sjónligt á stað skipum - á einum stiga frá A til E.

 

Tað skrivar Splash.

 

Sambært Splash fer uppskotið møguliga at verða samstykt longu í hesum mánaðinum, tá umhvørvisnevndin hjá IMO hittist.

 

Avskiparar hava leingi vilja havt størri gjøgnumskygni, tá tað kemur til orkuvikrknið (energieffektivitet) hjá skipum. Hóas IMO síðan 2018 hevur savnað inn viðkomandi upplýsingar, eru teir anonymiseraðir so nógv, at tað hevur ikki verið ógjørligt hjá chartrarum ella avskiparum at eyðmerkja einstøku skipini.

 

Alheims felagsskaparum fyri avskiparar, GSF, tekur væl ímóti uppskotinum.

 

Í uppskotinum til avtalu, sum var úrslitið av einum fundi í IMO-arbeiðsbólkinum seinast í oktober, er lagt upp til at gera upplýsingar um orkuvirknið til part av teimum loyvisbrøvum, skip skulu hava umborð. Lagt er kortini ikki upp til, at upplýsingarnir skulu vera alment atkomiligir.

 

Sostatt kann tað saktans eydnast limalondum í IMO at forða fyri, at uppskotið gerst veruleiki.

 

Kelda: Søfart / Splash