
Í Grikkalandi hevur vánaligt veður ført til fleiri bátsvanlukkur við flóttafólkum.
Í minsta lagið 15 flóttafólk eru deyð, eftir at bátur teirra er sokkin út fyri griksku oynna Lesbos tíðliga í gjár, hósmorgunin.
Tað upplýsir grikska sjóverjan sambart Reuters. Tað skriva Søfart og Ritzau.
Tað vóru upprunaliga 40 fólk í bátinum. 15 lík er bjargað, og fimm fólk eru bjargað á lívi. Vánaliga veðrið ger bjargingararbeiðið trupult.
Inni á oynni Lesbos verður eisini leitað eftir flóttafólkum, sum kanska hava bjargað sær á land. Trý flóttafólk eru funnin á lívi inni á oynni.
Einar 100 kilometrar frá Lesbos verður boðað frá eini aðrari bátsvanlukku. Tað er við oynna Kythira. Her sakk ein bátur mikudagin eftir at hava rakt eitt øki við klettum og gróti, og tá var eisini illveður.
Hósdagin frættist, at 80 av 100 fólkum í bátsvanlukkuni við Kythira eru bjargað.
Kelda: /ritzau/