* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hyundai Merchant Marine fær 20 nýggj bingjuskip í 2021.

Hyundai Merchant Marine byggir 20 stór bingjuskip

Størsta reiðaríið í Suðurkorea, Hyundai Merchant Marine (HMM) boðaði fríggjadagin frá, at felagið hevur bílagt 20 stór bingjuskip fyri 18 milliardir krónur.

 

Bíleggingarnar eru spjaddar út á størstu suðurkoreisku skipasmiðjurnar sum Hyundai Heavy Industries, Samsung Heavy Industries og Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering (DSME).

 

Sáttmálarnir eru undirskrivaðir eftir tingingar við skipasmiðjurnar í juni í ár, bara fáar mánaðir eftir at reiðaríið váttaði ætlanina at lata byggja 20 nýggj bingjuskip.

 

Tólv av nýggju skipunum vera 23.000 TEU til støddar og átta vera 14.000 TEU stór. Daewoo Shipbuilding & Engineering og Sasmung Heavy skulu smíða størru skipini.

 

Reiðaríið væntar at fáa øll 20 skipini í 2021.

 

Kelda: gCaptain