* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska Hurtigrutan yvirtekur nú Kleven-skipasmiðjuna í Ulsteinsvik.

Hurtigrutan yvirtekur Kleven-skipasmiðjuna

Dóttirfelagið hjá norsku Hurtigrutuni, KVE Holding AS, yvirtekur nú hundrað prosent av partabrøvuni í Kleven-skipasmiðjuni, Kleven Maritime Contracting og Kleven Marine Technology·

 

Hendan skipasmiðjan er kend fyri at smíða bæði fiskiskip og farmaskip, millum annað farmaskip til Mærsk.

 

Kleven-skipasmiðjan, sum fyrr hevur havt tørv á fíggjarligari innspræning, tørvar nú aftur kapital, og tað er orsøkin til, at Hurtigrutan keypir skipasmiðjuna. Tað skrivar skipasmiðjusamtakið í einum tíðindaskrivi.

 

- Hetta er ein frálík loysn, sum ger, at Kleven kann halda fram at gera tað, skipasmiðjan er best til, nevniliga at smíða skip, sigur Rune Thomas Ege, samskiftisstjóri í Hurtigrutuni við E24.

 

Hann sær stórar møguleikar í skipasmiðjuni.

 

- Kleven hevur verið gjøgnum stórar broytingar og er tilreiðar til eitt lív eftir oljuveiðuni. At skipasmiðjan nú er útgjørd eisini at leggja seg eftir øðrum marknaðum, er spennandi. Kleven hevur drúgvar royndir, ógvuliga framkomna tøkni, sum gevur skipasmiðjuni góðar møguleikar í tíðini, sum kemur, sigur Rune Thomas Ege.

 

Kleven-skipasmiðjan er ein hornasteinur í virkseminum í Ulsteinsvik, og tí er stórt nøgdsemi á Kleven um, at arbeiðspláss eru tryggjað.

 

Kelda: E24 og Søfart