* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hotellskipið, Enchanted Capri, er stranda í Meksiko.

Hotellskipið, Enchanted Capri, hevur sæð sínar bestu dagar, og 45 ára gamla skipið, sum lá fyri akker út fyri Alvarado í Meksiko, bíðaði eisini eftir at verða upphøgt, tá akkerið í ringum veðri gav eftir, og hotellskipið, sum er smíðað í Finnlandi, rak inn á strondina.

 

Í 2018 var ætlanin at nútímansgera gamla skipið, sum varð smíðað í 1975 fyri táverandi sovjettiska felagið, Black Sea Shipping Company, á Wärtsilä Turku-skipasmiðjuni, í Finnlandi. Enchented Capri skuldi umbyggjast til flótandi marglætis eldrabýli við venjingarmiðstøð, svimjihyli, leikhúsi, kasino og læknamiðstøð. Felagið, Cruise Retirement, skuldi standa fyri hesum arbeiðinum.

 

Men hetta varð av ongum.

 

Í staðin varð avgjørt í oktober, at skipið, sum seinastu tíðina hevur verið nýtt sum íbúðarpláss til starvsfólk í frálandavinnuni í Meksikanska flógvanum, skuldi sleipast til upphøggingar á einari meksikanskari skipasmiðju.

 

Skipið, sum ikki kann sigla sjávt, legði fyri akker mánadagin út fyri meksikansku strondini – við fýra av manningini. Men í nógvum vindi varð skipið tveitt upp á strondina. Manningin varð bjargað stutt eftir.

 

Kelda: Maritime Executive / Maritimedanmark