
140 metrar langa reikferðaskipið Ocean Atlantic fekk hol í botnin í farnu viku, eftir at hava rakt eina fles ella ísfjall við Svalbard. Tað eydnaðist manningini at steðga lekanum, men norsku myndugleikarnir hava lagt hald á tað.
“Vit fingu fráboðan frá einum óttafullum fólki um, at sjógvur kom inn í skipið. Hetta er ikki boða okkum frá, og tískil hava vit tikið avgerð um at halda skipinum aftur,” sigur Dag Inge Aarhus, samskiftisstjóri í Sjóferðslustýrinum, við Svalbardposten.
Síðan sendi sjóferðslustýrið sjóverjuskipið, Andenes, út til reikferðaskipið, til tess at fylgja tí til Longyearbýin, og har liggur reikferðaskipið nú.
Ocean Atlantic er smíðað í 1986, og tað siglir undir portugisiskum flaggi. 12.796 GT stóra reikferðaskipið hevur eina manning upp á 140, og pláss er fyri 198 gestum umborð.
Reikferðaskipið er í fastari sigling fyri danska ferðavinnufelagið, Albatros.
Kelda: Maritimedanmark