* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skotskt fiskiskip í Norðsjónum.

Høgni Hoydal hitti skotska fiskimálaráðharran

Fyrr í vikuni hitti føroyski fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal, skotska fiskimálaráðharran, Fergus Ewing, í Edinburgh. Millum umrøddu evnini var Brexit.

 

Sambært heimasíðuni hjá Føroya landsstýri var fundurin ein liður í tætta sambandinum, sum hevur verið millum Føroyar og Bretlandi einso og Føroyar og Skotland seinnu árini.

 

Á fundinum umrøddu teir báðir ráðharrarnir viðurskiftini millum Føroyar og Skotland sum grannalond í Norðuratlantshavi. Teir vóru samdir um, at tað er týdningarmikið at styrkja bondini millum Føroyar og Skotland.

 

Ráðharrarnir umrøddu eisini støðuna í mun til Brexit, eins og strandarlanda-samráðingarnar, sum byrja í London í komandi viku.

Á fundinum kunnaði Høgni Hoydal um føroysku fiskivinnunýskipanina. Hann greiddi millum annað frá týdninginum, sum virðisøking av fiskatilfeingi hevur fyri føroyska samfelagið og at hetta er eitt av endamálunum við fiskivinnunýskipanini.

Fiskivinnunýskipanin hevði stóran áhuga hjá skotska fiskimálaráðharranum. Fergus Ewing greiddi frá, at skotar eisini umrøða, hvussu farast skuldi fram fyri at gera tað møguligt hjá fleiri aktørum at koma inn í skotsku fiskivinnuna.

Kelda: Fiskimálaráðið