* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggi Christian í Grótinum.

Higartil størsti trolaraordrin hjá Karstensen

Í farnu viku frættist, at reiðaríið, Christian í Grótinum, hevur skrivað undir sáttmála við Karstensens-skipasmiðjuna í Danmark um at smíða ein nýggja Christian í Grótinum. Maritime Danmark skrivar, at talan er um størsta trolaraordran hjá Karstensen-skipasmiðjuni nakrantíð.

 

Skrokkurin á nýggja Christiani í Grótinum verður smíðaður á Karstensen-skipasmiðjuni í Póllandi, og lidnað skipið verður ætlandi latið eigarunum í januar 2020. Sáttmálakostnaðurin liggur um 300 milliónir krónur, og talan er sostatt um størsta sáttmálan, sum Karstensen nakrantíð hevur gjørt í sambandi við eitt fiskiskip, skrivar Maritime Danmark.

 

Skipið verður eitt hitt mest nútímans fiskiskipið í heiminum við nýggjastu maskintøknini, framkomnari útgerð og við framtíðarsniði. Serliga stór áherðsla er løgd á góðar arbeiðsumstøður, trygd og høggleika hjá manningini.

 

Eins og við øðrum uppsjóvar fiskiskipum, sum Karstensen smíðar í Írlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark, hevur Christian í Grótinum eisini sítt egna snið.

 

Nýggi Christian í Grótinum verður 89,35 metrar langur og 17-18 metrar breiður.

 

Kelda: Karstensen-skipasmiðjan og Maritime Danmark