* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein av el-riknu ferjunum hjá HH Ferries, Tycho Brahe.

HH Ferries leggja seg nú eftir fullum ravlaðs-rakstri

Eftir fleiri byrjunartrupulleikar og trupulleikar við levering væntar stjórin í HH Ferries, Johan Röstin, at tær báðar ravlaðs-riknu ferjurnar verða tilreiðar til fullan el-rakstur, tá summarið er farið at halla.

 

Tað hevur verið ein langt og hart stríð hjá HH Ferries at fáa tær báðar ferjurnar, Tycho Brahe og Aurora af Helsingborg, at leggja um til el-rakstur.

 

Spildurnýggja tøknin hevur argað, og tað hava eisini verið trupulleikar við at fingið tey hundraðtals ravløðini (battaríini), sum skulu tryggja ferjunum framdrátt, sum ikki dálkar.

 

Við ravlaðsrakstri verður samlaða CO2-útlátið minka við 60 prosentum, og tað fegnast Henrik Rørbæk hjá HH Ferries um. Hann segði við Søfart í mai í 2017 millum annað:

 

- Tilgongdin við at leggja um til ravlað er í einari avgerandi fasu nú (mai 2017). Vit fara at minka ávirkanina á umhvørvið, og tað fer at fáa ja-liga ávirkan á alt Oyrasund, segði hann.

 

Fýra bingjur fara at standa millum skorsteinarnar umborð, og bingjurnar vera á tremur við ravløðum. Hvørja ferð ferjurnar so leggja at bryggju, fer ein armur frá einum tólmenni at binda í el-leidningin á skipssíðuni, og eftir bara níggju minuttum fer løðingarstøðin veita ferjunum 1200 kWh. Tað er tað saman, sum ein familja brúkar í tríggjar mánaðir.

 

Og eftir summarfrítíðina er so meiningin, at tær báðar elriknu ferjurnar hjá HH Ferries veruliga fara at sigla við ravløðum burturav.

 

Kelda: Søfart