* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Herd innflutningskrøv til Stóra Bretlands fyribils slept

Stóra Bretland hevur áður boðað frá, at herd krøv til innflutning av eitt nú fiskavørum fóru at verða sett í verk 1. juli og seinni í ár. Hesi krøv verða nú fyribils slept. Hetta ger tað smidligari at útflyta føroyskar fiskavørur til Stóra Bretlands.


Herdu krøv, sum ætlanin var at seta í gildi, men sum nú eru slept, vóru hesi:

1.     Krav um at SPS (Sanitary and PhytoSanitary) eftirlit skuldi flytast til serligar marknaeftirlitsstøðir (Border Control Posts)

2.   Krav um trygdar- og verndarváttanir

3.     Krav um heilsuváttan

 

Í samband við at Stóra Bretland fór úr ES 1. januar 2021 varð boðað frá, at Stóra Bretland so líðandi fór at seta í verk herd krøv í innflutningseftirlitinum, herundir eisini til fiskavørur. Onkur av krøvunum eru longu sett í verk, og verða verandi í gildi, serliga krav um IUU-váttanir og pre-notifikatión umvegis IPAFFS skipanina.

Tey herdu krøvini, sum ætlanin var at seta í verk 1. juli og seinni í ár verða nú fyribils slept.

Í staðin fara bretskir myndugleikar at arbeiða við einari nýggjari og smidligari skipan fyri innflutningseftirlit, sum ætlanin er at seta í gildi ultimo 2023. Bretskir myndugleikar siga, at nýggja skipan verður ein proportional og váðagrundað skipan, sum í stóran mun verður talgild.

Kelda: Industry.fo