* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Her fær heimsins størsta seismikkskip nýtt atløgupláss fyri 100 mió. kr.

Í oktober 2018 flytir PGS útgerðarstøð sína fyri seismikkskip úr Bergen til Florø. 

PGS eigur 15 skip, sum øll bera navnið Ramform.

Ramform Titan frá 2013, sum millum annað hevur vitjað í Føroyum, er heimsins breiðasta skip - 70 metrar breitt - og minnir ikki sørt um eitt risastórt, flótandi strúkijarn.

Tí verður ein serlig L-skipað bryggja gjørd til hansara í Florø, sum verður 100 metrar long og hevur eina 40 metrar langa útbryggju.

Byggikostnaðurin av nýggju útgerðarstøðini hjá PGS, sum eisini fevnir um goymslu og skrivstovur, er mettur til stívliga 100 miljónir norskar krónur. Øll útbyggingin verður fíggjað við eginpeningi.

Kelda: e24.no