* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Her er síðsta formansfrágreiðingin hjá Andriasi

Her er formansfrágreiðingin hjá fráfarna formanninum í Áhugafelagnum Antares, Andriasi Poulsen, sum hann helt á aðalfundi felagsins fríggjadagin 19. januar 2018:

Eftirløn: 

Enn einaferð hevur eftirløn fylgt nógv. Síðsta ár var sak lagt ímóti TAKS um hetta, tann sakin koyrir enn. Sakin var í rættinum fyrst í september. Tá vildi dómarin so hava, at tad skuldi søkjast um undantak eftir tí føroysku lógini eisini, hetta so at hann kundi taka atlit til báðar møguleikarnar, tá hann ger ein úrskurð.

Tað er varskógvað, at ein nýggj eftirlønarlóg skal koma í 2018. Innihaldið er júst almannakunngjørt. Vit hava ikki viðgjørt akkurát, hvat hetta kemur at hava at siga fyri limir felagsins. 

Eitt er tó sikkurt, at AM gjaldið fer upp til 3%, og hetta er ikki nakað, sum vit í nevndini eru glaðir fyri.

Heilsutrygd: 

Her fingu vit viðhald, Heilsutrygd hevur viðurkent hetta eisini. Men tey meta seg ikki hava rætt til at afturgjalda sum er.

Ein nýggj lóg varð løgd fram í síðstu tingsetu. Vit vóru í trivnaðarnevndini hesum viðvíkjandi, men hendan lógin datt burtur, tá tingformaðurin sendi tingið í summarfrí. Tað hava síðan verið gjørdar nógvar royndir at fáa samband við HT og AMR, men tað hevur víst seg at vera meira enn trupult, har er tøgn frá teimum.

Norðulendsk avtala/Ríkisfelagsskapur:

Tað bleiv settur ein bólkur at arbeiða við hesum í løgtinginum, men her vísir seg ikki at henda so nógv.

Vit hava havt samband við tey við jøvnum millumbili. 

Oljuvinnan 2017/2018: 

Her sær betur út nú enn til síðsta aðalfund, oljuprísurin er farin nokkso fitt upp, oljufeløgini eru farin at snakka um fleiri størri útbyggingar fyri komandi árini og fleiri leitibrunnar verða boraðir nú.

Í summar vóru fleiri skip tikin í drift aftur, onkur av hesum eru tó uppløgd aftur nú fyri veturin, hevur verið sagt.

Sosial tiltøk: 

Tað varð skipað fyri nøkrum útferðum í summar. Tað hevur víst seg at vera trupult at fáa nokk av fólkitil onkur av tiltøkunum. Vit vóna at kunna hava fleiri tiltøk í 2018, men her hava vit eisini brúk fyri hjálp frá limunum, hvørji tiltøk ynskja limirnir?

Liminir eru eisini vælkomnir at skipa fyri tiltøkum, her kann nevndin hjálpa við samskifti til limirnar.

Rakstur av felagnum:

Sum tit síggja, tá roknskapurin kemur fyri her, so royna vit at reka felagið so bíliga sum møguligt. Tað er ikki nógv útreiðsla til nevndina. Nakað av útreiðslum hava verið til sakførara, hetta kemur við í roknskapin fyri 2018.

DIS:

Her kom nýliga ein broyting í donsku lógini, sum gjørdi, at fleiri skip, sum frammanundan ikki kundu verða í DIS, nú hava tann møguleikan. Tá var sagt frá reiðarafelagnum í DK, at tað skuldi skapa fleiri donsk arbeiðspláss.Um hetta fer at eydnast, hevur ikki víst seg enn.

Nú í januar kom ein grein í blaðnum Søfart, har ein ið arbeiðir hjá Mærsk hevur lagt fram lønina hjá sær og samanborið hana við útlendingar, sum eisini eru undir DIS.

Her vísir hann á, at senior officerarnir eru ikki dýrari, men junior officerar og aspirantar eru nokk nakað dýrari. Her metir hann, at teir donsku reiðararnir hava samfelagsskyldu, tí tey fáa allan skattin hjá teimum siglandi.

Hann metti eisini, at tað hevur verið politikkurin í nøkrum donskum reiðaríðum, at tað skulu ikki setast fleiri skandinavar.

Takk fyri, at tit komu.

Vh.

Andrias