* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja sláturskipið, sum fer at sigla millum Noreg og Hirtshals.

Heimsins størsta sláturskip fer at sigla millum Noreg og Hirtshals

Heimsins størsta flótandi sláturvirki fer um nakrar vikur at flyta stórar mongdir av laksi frá havbrúki í Noregi til eina stóra laksamiðstøð í Hirtshals. Nýggja skipið fær laksin á marknaðin tvey samdøgur fyrr enn higartil. Í laksaheiminum verður tosað um ein gamechanger.

 

Nýggja skipið hjá Hav Line-samtakinum er smíðað á sponsku skipasmiðjuni, Astilleros Balenciaga S.A., sum liggur í Baskaralandinum – heilt har inni í Biskayavíkini.

 

Hin 16. mai fekk skipið navnið, Norwegian Gannet. Hetta er higartil størstga skipið, sum henda spanska skipasmiðja hevur smíðað. Tað er 94 metrar langt.

 

Formaðurin í Hav Line-samtakinum, Jon Hindar, sigur, at Norwegian Gannet, sum verður eitt hybridskip, fer at ferma og slakta 10 prosent at samlaðu laksaframleiðsluni í Noregi. Skipið fer at sigla 140 túrar árliga til Danmarkar við 1000 tonsum av laksi um vikuna og við einari sláturorku upp á 100 tons um tíman.

 

- Hetta kemur í staðin fyri 7000 lastbilatúrar árliga, sigur Jon Hindar.

 

Kelda: Shippingwatch


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=4t9jjTXDqk4]
Sjónbandið vísir ætlanina við nýggja sláturskipinum.