* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsta skip til avlúsing, 73 metrar langa Hydro Patriot.

Í august mánaði handaði Fiskestrand-skipasmiðjan í Noregi avlúsingarskipið, Hydro Patriot, til Hydro Shipping AS í Bjugn. Skipið skal arbeiða fyri millum øðrum Mowi har norðuri í Noregi.

 

Fiskestrand-skipasmiðjan hevur við umbygda Hydro Patriot handað heimsins størsta avlúsingarskip. 73 metrar langa skipið, sum millum annað er útgjørt við átta Hydrolicerlinjum, fer í høvuðsheitum at arbeiða fyri Mowi Nord og Nova Sea.

 

Sáttmáli varð í apríl í ár gjørdur við Fiskestrand-skipasmiðjuna at umbyggja Hydro Patriot til avlúsingarskip. Haraftrat skuldu sonevndir Hydrolicarar setast í skipið. Aðrar broytingar vórðu eisini gjørdar, nú skipið skal arbeiða innan aling.

 

Hydro Patriot er 73,6 metrar langur og varð upprunaliga smíðaður í 2006.

 

Kelda: Maritimt.com