* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsta reikferðaskip, Wonder of the Seas, verður væntandi sett í sigling í mars 2022.

Nýggja reikferðaskipið hjá Royal Caribbean, Wonder of the Seas, verður heimsins størsta reikferðaskip við sínum 236.857 br.t. Skipið hevur júst verið royndartúr út fyri Chantiers de l’Atlantique-skipasmiðjuna, sum liggur í franska Saint-Nazaire.

 

Risastóra reikferðaskipið er við at vera liðugt á Skipasmiðjuni og verður væntandi handað Royal Carebbean í februar næsta ár.

 

Jomfrútúrurin verður ætlandi 26. mars frá Shanghai.

 

Wonder of the Seas hevur pláss fyri 6.988 ferðafólkum, og manningin er upp á 2.300. Umleið 20 matstovur og 35 barrir eru umborð á velduga reikferðaskipinum. Skipið er 362 metrar langt og 66 metrar breitt.

 

Wonder of the Seas hevur 100 kømur meira enn næststærsta skipið hjá reiðarínum, Symphony og the Seas.

 

Kelda: Royalcaribbeanblog



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=OEutO-cJ8Rk]
Sjónbandamyndir við heimsins størsta reikferðaskipi.