* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

USS ‘Gerald Ford’ eri farin á fyrstu ferð sína. Hetta er heimsins størsta herskip. Skipið hevur sett kós móti Norðuratlantshavi og skal millum anna venja saman við eini danskari fregatt.

 

Eftir at skula hava verið tilreiðar at hildið til havs í fleiri ár, er USS ‘Gerald Ford’ endiliga farin frá flotastøðini í Norfolk Virgingia. Talan er um fyrsta flogberan í einum heilt nýggjum flokki, nevniliga Ford-flokkinum.

 

Skipið er nútímansgjørt á mongum økjum í mun til undanfarnar flogberar í sonevnda Nimitz-flokkinum. Tað eru skip við eldri tøkni. Fyrsta skipið í flokkinum var USS ‘Nimitz’, sum varð smíðað í 1975.

 

Nimitz-flokkurin hevur higartil havt heimsins størstu herskip, men nú er í veruleikanum “nýggjur skipari á brúnni”.

 

USS ‘Gerald Ford’ er á mangan hátt eitt nýtt og størri skip. Tað er 100.000-112.000 tons. Tað er 6.000-12.000 tons størri enn Nimitz-flokkurin.

 

Um USS ‘Gerald Ford’:

 

· Vigar tað sama sum 400 “Frælsisgudinnur”

· Køkurin ger 15.000 verðar av mati um dagin til manningina uppá 4.660

· Skipið framleiðir gott og væl 1,5 milliónir litrar av vatni um dagin

· Hevur 25-30 flogferðir fleiri um dagin enn Nimitz-flokkurin. Nýggi flogberin kann senda 240   

   flogfør í luftina um dagin

· 757.082 litrar av gráari málingn vórðu nýtt til at mála skipið. Tað skuldi verið nóg mikið at  

   mála Hvítu Húsini 350 ferðir.

 

Kelda: thefordclass.com, CNN og interestingengineering.com



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=sJdHh5zn8Zw]