* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Marin Design í Noregi hevur sniðgivið heimsins fyrsta vetnis-rikna arbeiðsbátin.

Salmonor og Moen í Noregi hava undirskriva sáttmála at smíða heimsins fyrsta H2-ravmagns-arbeiðsbát. Tvíkiljan skal handast um heystið 2023, og hann skal rekast við grønum vetni/hydrogen.

 

Moen-skipasmiðjan hevur staðið fyri ídnaðarsamstarvinum og hevur ment konseptið. Skipasmiðjan í Moen skal eisini smíða vetnis-arbeiðsbátin á skipasmiðjuni á Kolvereid í Næroy.

 

Marin Design hevur sniðgivið og Moen Marin hevur ábyrgdina av framrakstrinum. NTE Energi og H2 Marine ger pilotskipanina, sum skal veita bátinum hydrogen, ið verður framleitt umborð.

 

Enova hevur stuðla hydrogenrroyndini við 28,75 milliónum norskum krónum gjøgnum Innovasjon Norge og norska granskingarráðið.

 

Kelda: Maritimt.com