* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins elsta reikferðaskip, fyrrverandi Stockholm, sum á sinni stoytti saman við italsku, Andrea Doriu, verður nú selt á uppboðssølu.

Árið eftir at seinni heimsbardagi endaði, fór heimsins elsta reikferðaskip, Astoria, av bakkastokki. Nú verður 16.100 br.t. stóra skipið selt á uppboðssølu, eftir at reiðaríið, Portuscale Cruises, fór á heysin. Men um tað verður selt, er ein onnur søk.

 

Við søluni verður trotabúgvið upployst, men sambært greinarum er ivasamt, um nakar keypari verður.

 

Orsøkin er tann, at í minsta lagi 10 milliónir evrur verða kravdar, um skipið, sum hevur pláss fyri 560 ferðafólkum, skal seljast. Møguleiki er nevniliga fyri at keypa nógv nýggjari skip fyri sama kostnað.

 

Astoria skrivaði seg í skipasøguna, tá tað í 1956 rendi saman við italska, Andrea Doria, uttan fyri Nantucker. Andrea Doria sakk, meðan Astoria, sum tá æt Stockholm, illa skatt megnaði at sigla í havn í New York.

 

Síðan tað fór av bakkastokki í Svøríki í 1946, hevur tað havt 11 eigarar.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=-wXKMAZrWko]
Heimsins elsta reikferðaskip á ferð gjøgnum Kielerveitina.