* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Havsins svávulsyndarar skulu í gapistokkin

Í framtíðini verða nøvnini á reiðaríum, sum dálka ólógliga í Danmark við svávuli í brennievni sínum, almannakunngjørd. Umhvørvis- og matvørumálaráðharrin fer við einum nýggjum lógaruppskoti at gera tað møguligt at leysgeva nøvnini á reiðaríum, sum dálka luftina við ikki at halda marknavirðini fyri svávulinnihaldi í brennievninum í skipum sínum.

”Øll skulu halda mørkini fyri innihaldi av svávuli í brennievninum. Hetta er gott fyri umhvørvið og heilsuna hjá menniskjum, og tað skapar eins kappingarkor innan skipaferðsluna. Umráðandi er við einum sterkum signali til tey, sum bróta lógina um, at svávuldálking ikki verður góðtikin”, sigur Esben Lunde Larsen, umhvørvis- og matvørumálaráðharri. 

Ráðharrin fer at broyta lógina, so møguligt verður at almannakunngera nøvnini á teimum reiðaríum, sum bróta reglurnar í donskum sjógvi. Hetta skal fáa reiðaríini at hugsa seg um eina ferð aftrat, áðrenn tey royna at spara pengar við at sigla við ólógligum dálkandi brennievni.

Esben Lunde Larsen hevur biðið Umhvørvisstýrið um at fyrireika eitt lógaruppskot, sum skal leggjast fram í oktober. Tá lógin er samtykt, skal hon geva myndugleikunum heimild til at almannakunngera nøvnini á reiðaríum, sum verða avdúkað í ikki at halda svávulkrøvini í donskum farvatni. 

Felagið hjá donskum reiðaríum, Danske Rederier, sigur í eini viðmerking, at felagið tekur fult undir við uppskotinum.

Kelda: maritimedanmark.dk