* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Havila Shipping fær framvegis ov lítið burturúr

Norska frálandsreiðaríið Havila Shipping, sum familjan Sjævik eigur, hevði enn eitt undirskot í triðja ársfjórðingi, har marknaðurin hjá tænastufeløgunum í oljuídnaðinum framvegis var krevjandi.

Hóast tað er stillstøða á botnlinjuni, so fellur raksturin í norska frálandsreiðarínum Havila Shipping.

Reiðaríið hevur júst lagt fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing, sum vísir, at tað framvegis er trupult at vinna pening við at veita oljuídnaðinum tænastur.

Gamaní er undirskotið upp á -56,8 mió. norskar kr. fyri skatt á sama støði sum botnlinjan somu tíð í fjør. Men verður hugt at rakstrarinntøkunum, so falla tær til 176,7 mió. norskar kr. úr 253, 4 mió. norskum kr. í triðja ársfjórðingi av 2016.

Í øðrum ársfjórðingi av 2017 var undirskotið eitt vet omanfyri 100 mió. norskar kr. Útlit eru tó framvegis til eitt yvirskot upp á 585,6 mió. norskar kr. fyri alt árið. Tað kemst av, at felagið hevur verið fyri eini umskipan, har nýggir pengar samstundis vórðu sprændir inn í felagið.

1. oktober hevði Havila Shipping 25 skip í rakstri. 23 teirra verða rikin av reiðarínum sjálvum, meðan eitt skip hevur ein uttanhýsis eigara. Síðsta skipið varð selt í september.

Fimm av skipunum liggja fyri teym. Havila Shipping skrivar harumframt, at joint venture-felagið hjá reiðarínum og Posh í Singapore, Posh Havila Pte Ltd, er undir avtøku. Seinastu tvey skipini, sum Posh Semco í Singapore hevur rikið, eru seld, verður upplýst í fráboðanini. Familjan Sjævik eigur Havila Shipping. Njål Sævik er stjóri.

Kelda: shippingwatch.dk