* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hald er lagt á norska skipið, Linda, í India.

Myndugleikarnir í India hava lagt hald á frálandsskipið, Linda, eftir ósemju um uppgerð millum tvey feløg, heimahoyrandi í Noregi.

 

Dagligur leiðari í eigarafelagnum handan “Lindu”, Kjell Eivind Karlsen, MKF Shipping, sigur í viðmerking við Skipsrevyen, at alt byggir á skjalafalsan og slatur.

 

- Tað er rætt, at indiskir myndugleikar hava lagt hald á skipið, men vit eru vís í, at tá rætturin hevur tikið avgerð í hesum málinum, verður arrestin í skipinum slept, sigur Kjell Eivind Karlsen.

 

Fleiri viðmerkingar vil hann ikki gera um málið, men hann váttar fyri Skipsrevyen, at hetta er einasta skipið, sum MKF Shipping AS eigur.

 

Sambært einum rættaruppriti hjá einum indiskum dómstóli sæst, at málið snýr seg um eina uppgerð millum Båtservice Contracting AS Kish fyri MV Linda, sum felagið hevur keypt frá MKF Shipping.

 

Í rættaruppritinum stendur, at keypsupphæddin er í alt 3 milliónir US-dollarar. Stevnandi heldur uppá, at peningurin varð fluttur seljara sambært avtalu, men MKF Shipping noktaði at avhenda skipið.

 

Í rættaruppritinum verður víst á, at MKF kravdi meira pening fyri eykakostnað í sambandi við søluna og fyri eyka manningarútreiðslur. Í einum telduposti, sum er dagfestur 11. november 2020, krevur MKF Shipping 600.000 US-dollarar eyka frá Båtservice Contracting, áðrenn skipið verður latið úr teirra hondum. Og tað var hetta, sum fekk keyparan at biðja indiskar mundugleikar leggja hald á skipið.

 

Kelda: Skipsrevyen